Vestasta og norðasta bygdin í Vágum er Gásadalur, sum eisini í fólkatali er minsta bygd í oynni. Gásadalur er gomul bygd, sum nevnd er umleið ár 1.350/1.400. Gásadalur var seinasta bygd í Føroyum, sum fekk vegasamband, og í dag verður farið til Gásadals gjøgnum tunnil. Einasta atkomuvegur til bygdina, áðrenn tunnilin varð gjørdur, var gøtan um fjallið millum Bø og Gásadal. Roknað var vanliga ikki við sjóvegis flutningi. Serliga ikki um veturin, tí lendingarviðurskiftini eru vánalig í Gásadali. Brimpláss er, og berg er niðan fyri bygdina. Vinna av týdningi er ikki á Gásadali. Eitt sindur av landbúnaði, men annars má fólk úr bygdini í vinnu. Síðan bygdin fekk vegasamband, eru nøkur hús bygd í Gásadali, og útlit eru fyri útstykkingum í komandi tíð. Áhugaverd støð: Skúlin í Gásadali Útsýni í og kring bygdina Gamla bygdargøtan millum Gásadal og Bø Gásadalur er partur av Sørvágs kommunu. 
|